Tá KÍ í annaðkvøld klokkan 19.45 tekur móti belarussiska liðnum, Neman á Tórsvølli í triðja undanumfarinum í Conference League, verður talan um níggjunda dystin millum eitt føroyskt lið og eitt belarussiskt lið í einari evropeiskari kapping fyri felagslið.
Í teimum undanfarnu átta dystunum er talan um sjey belarussiskar sigrar og ein javnleik.
Men føroyska U21-landsliðið vísti í undanfarnu EM-undankappingini hvussu ein kann sigra á einum belarussiskum liði. U21-landsliðið vann nevnliga báðar dystirnar móti Belarus.
Við núverandi landsliðsvenjarunum, Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen við róðrið vunnu Føroyar 7. september í 2023 3-2 á Belarus í Armavir. Jørgen Nielsen skoraði eitt minniligt hattrick. Serliga tað triðja málið, ið var eitt vakurt langskotsmál var framúr gott. 15. oktober í fjør vunnu Føroyar 1-0 á Belarus á Tórsvølli. Noah Mneney skoraði sigursmálið í fyrra hálvleiki.
So skal KÍ heinta inspirasjón til at vinna á einum liði úr Belarus, so er tað hjá okkara U21-landsliði inspirasjónin skal heintast.
Kelda: FaroeSoccer
HER ber til at síggja málini frá 3-2 sigrinum, og hæddarpunktini frá 1-0 sigrinum hjá Føroyum á Belarus:
##med2##
##med3##