Konsert og málningalist í Listastovuni

Konsert og málningalist við Son of Fortune og Anders Hjuler í Listastovuni

Sum partur av Summartónum verður skipað fyri serligari konsertuppliving í Listastovuni í Miðvági týskvøldið 5. august klokkan 20.00, har tónleikur og myndlist renna saman í eina listarliga framførslu við tónleikaranum Son of Fortune og listamanninum Anders Hjuler.

Son of Fortune – alter ego hjá Benjamin Petersen – er kendur fyri sín ráleika í myrka veðrinum og andadráttarríka landslagið á Oyggjunum, her hann vaks upp, sum lýsir ígjøgnum í sangskrivingini og ljóðinum hjá Son of Fortune. Frá tí ráa og skitna rock n’ roll til meira myrk og fólkslig landsløg, avbjóðar tónleikurin teg, men fær teg samstundis at kenna teg heima.

Son of Fortune hevur samstarvað og arbeitt við tíggjutals útgávum í Føroyum og kring Skandinavia sum tónleikari, sangskrivari, tekstskrivari, miksari og framleiðari. Hann hevur ferðast við bólki sínum í Danmark, Noregi, Týsklandi, Spania, Italia, Russlandi og USA, og sum síðuleikari hevur Son of Fortune spælt við føroyskum listafólkum sum Teitur, Eivør og Anniku Hoydal, og hevur eisini spælt við livandi legendum sum Kris Kristofferson og Larry Gatlin. Hann vann fýra føroyskar tónleikavirðislønir í 2015 fyri fløguna ‘Ave’, eitt samstarv við skaldið Petur Pólson.

Við sær á pall hesaferð hevur hann myndlistamannin Anders Hjuler – ið síðani 2004 hevur luttikið á konsertum og tiltøkum á Summartónum – serliga við málningalist samstundis sum tónleikur verður spældur.

##med2##