Garnaskip hava brúkiligan fiskiskap eftir svartkalva

Tað er lítil trolveiða eftir upsa undir Føroyum í løtuni, men nøkur skip fiska gulllaks, og nakrir trolbátar eru eisini til fiskiskap

Tað er lítil fiskiveiða í føroyskum sjógvi í løtuni - í hvussu er við føroyskum skipum og bátum.

 

Sambært Fiskamarknaði Føroya fiskar bara eitt frystilínuskip í føroyskum sjógvi í løtuni, og av partrolarapørunum er bert tað eina parið til fiskiskap eftir upsa.

 

- Tvey pør fiska gulllaks, og væntandi fer okkurt partrolarapar út aftrat í vikuni, verður sagt.

 

Av djúpvatnstrolarunum er bara ein til fiskiskap, men væntandi loysa aðrir í næstum.

 

- Tveir trolbátar eru á landleiðini. Teir fáa mest av flatfiski og toski. Ein er norðanfyri. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.

 

Lagt verður aftrat, at allir trolbátarnir, sum hava verið til fiskiskap seinastu dagarnar, koma inn at landa í vikuni.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og skipini hava brúkiligan fiskiskap. Væntandi koma bæði skipini inn at landa í vikuni.