Adam hevur drúgvar royndir sum venjari og er kendur fyri sítt engagerandi og motiverandi arbeiði við leikarum á øllum stigum.
Eisini er møguleiki hjá royndum eins og óroyndum leikarum, sum kundu hugsað sær einstaklingamenning, at bíleggja tennistímar hjá Adam, skriva til htf@htf.fo.
Samstarvið er ein týðandi partur av málinum hjá Tennissambandinum at styrkja bæði breiddina og talentmenningina - og skapa enn betri umstøður fyri bæði nýggjar og royndar tennisleikarar í Føroyum.
Vit gleðast um eitt virkið og mennandi summarkappingarár á tennisvøllunum!
Á myndini síggja vit Adam Zatrybowski saman við forkvinnuni í Havnar Tennisfelag, Rúnu Seyer Eliassen.
##med2##