Tað vísa hagtøl hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp innflutningin av nýggjum bilum ársins fyrstu sjey mánaðir. Tølini vísa, at higartil í ár eru skrásett 1155 nýggj akfør í Føroyum. Tað er í mun til 1042 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 113 akfør, sum svarar til ein vøkstur upp á 11 prosent.
Í juli mánaði vórðu skrásett 125 nýggj akfør í mun til 107 í juli fjør. Tað er ein vøkstur upp á 18 bilar, sum svarar til ein vøkstur upp á 17 prosent.
Persónbilarnir fylla sum altíð mest í hagtølunum. Higartil í ár eru skrásettir 849 nýggir persónbilar í mun til 769 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein munur upp á 80 bilar, sum svarar til 10,4 prosent.
Taka vit so juli mánað, so vórðu seldir 68 nýggir bilar í juli í mun til 58 í juli í fjør. Tað er ein munur upp á 10 bilar, sum eisini svarar til 17 prosent vøkstur.
Higartil í ár eru seldir 163 vøruvognar í mun til 133 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein munur upp á 30 bilar, sum svarar til 22,56 prosent. Í juli vórðu skrásettir 29 nýggir vøruvognar í mun til 21 í juli í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 8 bilar, sum svarar til ein vøkstur upp á 33 prosent.