Ódnin Flosis hevur rakt Skotland og Norðurongland, og vindmikla veðrið flytur seg móti Danmark.
Seint í kvøld og í nátt fer ódnarveður við nógvum vindi at venda framvið vesturstrondini í Norðurjútlandi.
Miðalvindurin verður yvir 20 metrar um sekundið í støðum.
Tað sigur vakthavandi veðurfrøðingurin hjá DMI, Jonas Paludan, sambært tíðindastovuni Ritzau.