Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA Akureyri ferðast nú heim til Akureyrar í góðum lagi.
Tað eydnaðist KA á Kópavogsvøllinum at knógva javnleik 1-1 móti toppliðnum, Breiðablik.
Jóan Símun var á vøllinum í 77 minuttir, og sambært Morgunblaðnum hevði Jóan Símun nakrar góðar royndir móti málinum hjá Breiðabliki, ið kundu givið mál.
Mikael Breki Þórðarson legði KA á odda longu í ellinta minutti. Tá eitt sindur meir enn hálvur tími var leiktur javnaði heimaliðið til 1-1.
KA er nummar 10 í deildini við 19 stigum. KA hevur trý stig upp til Vestri, ið er á sætta plássinum sum gevur atgongd til ovara endaspælið.
Komandi sunnudag klokkan 17.30 fær KA vitjan av ÍBV.