U17 EM: Føroyar møta Noregi og Serbia

Í morgin byrjar niðara endaspælið í EM-endaspælinum

Mynd: Eurohandball

Í morgin fer føroyska U17-kvinnulandsliðið í hondbólti í holt við niðara endaspælið í EM-endaspælinum í Montenegro.

 

Føroyar og Ísland, ið møttust í innleiðandi bólkaspælinum eru endaði í bólki saman við Noregi og Serbia. Ísland og Serbia hava tvey stig hvør, meðan Noreg og Føroyar einki stig hava.

 

Í innleiðandi bólkaspælinum taptu Føroyar 15-33 (6-16) fyri Íslandi. 

 

Klokkan 11 í morgin spæla Føroyar móti Noregi, og týsdagin klokkan 13.30 spæla Føroyar móti Serbia.

 

Tvey tey ovastu liðini í bólkinum skulu spæla um endastøðurnar millum nummar níggju og 16. Tvey tey niðastu liðini í bólkinum spæla um endastøðurnar millum nummar 17 og 24. 

 

 

 

Mynd: Eurohandball