16 ísraelsk herfólk hava tikið sítt egna lív higartil í ár

Øll herfólk megna ikki skelkandi upplivingarnar á hermótinum, og nøkur taka sítt egna lív, viðgongur IDF

Ísraelski herurin (IDF) viðgongur, at higartil í ár hava tilsamans 16 ísraelsk herfólk framt sjálvmorð. 

 

- Bara í juli í ár tóku fýra herfólk sítt egna lív, veit Jerusalem Post at siga.

 

Heimasíðan vísir til eina innanhýsis kanning í ísraelska herinum, sum sigur, at fleiri av sjálvmorðunum hava sína orsøk í traumatiskum upplivingum.

 

Ein onnur orsøk sambært Jerusalem Post er, at herfólk, sum hava mist sínar starvsfelagar, ikki megna at handfara skelkandi upplivingarnar í krígnum.

 

Heilsumyndugleikarnir í Gazageiranum, sum Hamas ræður yvir, siga, at 23 fólk eru dripin í ísraelskum álopum í dag.

 

Heilsumyndugleikarnir og vitnir, sum tíðindastovan AP hevur skift orð við, siga, at fólk vórðu dripin, meðan tey royndu at fáa fatur í mati.