Yngra ættarliðið tekur útbúgvingar, bæði uttanlands og heima hjá okkum og so framvegis. Skrivstovuveldini samskifta fyrimyndarliga – við uttanlands skipanir og aktørar vegna okkara vinnu.
Soleiðis sigur Tjóðveldi í hesum døgum.
Hóast tað ikki ber til bert at lýsa støðuna við hægsta felagsnevnara og á tann hátt gloyma tey, sum ikki í nóg stóran mun síggjast hagtalsliga, men eru okkara veiku, minni ríku og tey, sum ikki hava hesar sømdir og liviumstøður, vit frøast um, so er tað eitt, sum stendur eftir og tað er:
At alt hetta er gjørt í okkara ríkisrættarligu støðu.
Alt hetta er gjørt uttan loysing.
Alt hetta er gjørt í samskifti og í samstarvi við grannatjóð okkara og vit hava kunnað arbeitt sum góð fimtitúsund fólk – men við skipanum, útbúgvingum, rættindum og sømdum, sum eru bygd upp og skipað til eini fimm-seks milliónir fólk í danska ríkinum.
Teirra stórrakstarfyrimunur hevur gagnað okkum í nógv størri mát og mun, enn vit geva okkum far um, rokna upp á, takka fyri og frøast um.
Spyrjið tey á Ørensunds kollegiinum við lestrarmøguleikum, studningi og færøfradrag. Spyrji ‘forældrekøb’ og øll sum hava keypt summarhús í Danmark. Tey sum hava verið uttanlands í sjúkuørindum ella uttanlands, tá Føroyar blivu ov trongar, ov lítlar, ov dýrar, ov avmarkaðar, ov kaldar, ‘fordummende’, indspiste og so framvegis.
Tjóðveldi tekur pallin, sum um tey umboða fólkið. Sama gjørdi seg galdandi, tá forkvinnan var í DR-orientering fyri stuttum og sá fyri sær eina nýggja ríkisrættarliga støðu um nøkur ár.
Hava vit biðið um hetta, kenna vit støðuna og vita vit, hvussu hetta nýggja gagnar tí einstaka?
Og er hesin retorikkur um nýggja ríkisrættarliga støðu, at fara úr og í aftur, sjálvstýri ella loysing, ja, er hetta taktikkur og orðaspæl fyri at bloyta upp millum partarnar, veruleikan og fyri at lumpað fólk til fatið ella loysingina?
Tjóðveldi er eisini farið at tosa beinleiðis við Mette Frederiksen um WTO – altjóða handilsavtalur og um, at tað er alfa og omega og avgerandi fyri okkum og okkara tilverugrundarlag.
Jú, eg veit, at marknaðir og handilsavtalur hava stóran týdning í vinnuhøpi, uttan at eg veit í hvønn mun okkara vinna og bruttotjóðaryvirskot verður stórvegis betrað av limaskapi í WTO. Ella um limaskapur er treytaður av loysing.
Í øðrum lagi, spyrji eg um vit ikki líka nógv eiga at spyrja um hetta ætlaða yvirskot og bruttotjóðaryvirskot skulu fara í meirkostnað á, eitt nú, Landssjúkrahúsinum, tunlinum til Fámjins, Glasir, byggigølur og byggifeilir, feilíløgur ella hvussu?
Hvussu nógvar hundraðtals milliónir kundu ístaðin gagnað eldraøkinum og teim sálarsjúku, fyri at nevnt okkurt.
Altso hvussu skal okkara bruttotjóðaryvirskot gagna fólkinum og hvussu skal okkara bruttotjóðaryvirskot handfarast við skili er í mínari verð meira týdningarmikið enn handilsavtalur og WTO.
Neyð lærir nakna kvinnu at spinna – og ja, vinnan hevur spunnið væl og vit sóu hvussu væl tey partvís umstillaðu seg í korona- og krígstíðini. Alt gott um tann partin.
Og eisin alt gott um WTO og tann partin – eg spyrji bara um politikk, raðfestingar og um nýtslupartin, sum altíð verður ein avleiðing av inntøkunum.
Og um vit ístaðin skulu hyggja eftir íløgunum og útreiðslunum og um hvussu væl og bíliga vit kunna arbeiða, fólkinum at gagni – uttan at stressa alt upp í WTO, vinnu og tímalønir, sum ikki geva meining, tí ov nógv av pengunum verður givið upp fyri skutul.
--
Tað er torført at umrøða hesi viðurskifti í stuttum og loysing er ikki bara kenslur, men yvirtøka, meirrakstur, meirakademisering og almennur rakstur, sum í Føroyum hevur verið eitt býti við privat á ávikavíst 70/30, samstundis sum grannalond okkara hava býtið 60/40.
Hetta og nógv annað líknandi tosar eingin um, tí tað er í hjartanum, í sálini, í stoltleikanum og frælsislyndinum – loysingin talar til okkara.
Og eisini alt gott um tað – men vit kunnu ikki loypa á bláman áðrenn vit svimja. Og so leingi vit svimja væl við pútum á ørmunum, og púturnar vilja verða har, er tað betri, enn at drukna.
Eg veit at hetta tykist pessimistiskt og lítið konstruktivt, men so leingi vit bara arbeiða í yvirskriftum og dreymum og ikki svara øllum viðkomandi spurningum um rakstur, samskifti og spælireglur, sum gagna tí einstaka meira enn tær gera í dag, eru ikki orsøkir at loypa á bláman, men ístaðin arbeiða við tí, sum ger eitt land til eitt gott land hjá øllum fólkinum.
At arbeiða við loysing, at arbeiða við vinnu og kapitali (WTO), at arbeiða við valdinum, at arbeiða við sokallað frælsinum er gott, um vit síggja málið. Tað hevur Tjóðveldi havt torført við at peika á, tí vit hava tað so gott materialistiskt.
Og tað er mangan lættari at fyrihalda seg til kapital og materialismu enn menniskjaligt haldføri og flytføri.
Og vit kunnu spyrja, um um tað ikki er rættari at varðveita tað menniskjaliga haldføri og flytføri, framgongd og møguleikar, bæði fysiskt, landafrøðiliga og tøkniliga og bíða við valdinum, sum kann skerpa okkara veingjabreiði og í øðrum lagi krevja so nógv nýtt í samskifti við restini av verðini, at alt bruttotjóðaravlopið fer til nýggjan rakstur, meira akademisering, nýggj bond, nýggjar leiðir, nýtt samskifti og at býti alment privat møguliga fer upp á 90/10 og eingin verður eftir at arbeiða í privatu vinnuni og á gólvinum?
Her eru nógvir leysir endar og eg veit ikki hvat vit vilja við øllum, sum hevur við valdið at gera, tí valdið í sjálvum sær er einki! Tað var nakað annað í 46.
Tá vóru tað persónar og persónligt áræði, vitan, drívmegi og framdrift. Í dag hevði verkætlanin farið frá politikarunum í hendurnar á akademiseringini við støði í útbúgvingum, persónligum starvi, statusi og løn. Uttan at generalisera, so er tað rákið – sum eisini blívur ein frástøða til fólkið.
--
Eg skal viðganga, at eg ikki gjøgnumskoði alt sum hevur við hernaðarviðurskifti og Arktis at gera, men at sokallað kríggj í framtíðini ikki verða, sum vit kenna tey, men á øðrvísi pallum, eitt nú hybrid.
Eg eri av tí fatan, at tað ikki verður valdið – sum verður avgerandi fyri hvørt vit flóta omaná ella ikki, men royndir, vitan, førleiki, fakleiki og sambond og samskifti við onnur lond við atliti til øll hesi nevndu førleikaøki.
--
Vilja vit so runda av, so hava menn valdið í Føroyum, næstan allar staðir – og vit fáa bara meira av tí sama.
Bara av hesari orsøk skilji eg ikki, at so nógvar kvinnur lata seg lokka henda vegin við loysingini.
Eg fari at enda, sum eg byrjaði.
Okkara støða og vælferð hevur støði í ríkisrættarliga samskiftinum.
“If it ain’t broke, why fix it?”
Bergun Kass