Ígjár fór kappingin í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two av bakkastokki.
Grimsby fekk eina rimmar byrjan á heimavølli við 3-0 (2-0) sigri á Crawley.
Sæð við føroyskum landsliðsbrillum fáa vit tó ikki brúkt sigurin til nógv. Av seks útileikarum, ið sótu á beinkinum hjá Grimsby vóru allir fimm sendir á vøllin, ein í fyrra og fýra í seinna hálvleiki. Men teirra millum var tíverri ikki David Geza Turi.
Komandi leygardag klokkan 15 spælir Grimsby dyst á útivølli móti Harrogate.