Trý mál um brot á ferðslulógina vórðu skrivað hjá løgregluni í gjár.
Vaktleiðarin á politistøðini greiðir frá, at ein bilførari var steðgaður, tá hann koyrdi vinstru megin eina vegoyggj í Søldarfirði. Tað fekk hann eitt klipp í koyrikortið fyri.
Ein bilførari varð máldur til at koyra 74 km um tíman í bygdum øki í Søldarfirði. Tá 3 km um tíman verða trektir frá fyri óvissuna, verður tað til 71 km um tíman, sum gav bilføraranum eitt klipp í koyrikortið umframt eina bót.
Í Havn var ein bilførari tikin fyri at tosa í fartelefon, sum umframt bót eisini gevur klipp í koyrikortið.
Løgreglan hevur verið til staðir í býnum í Havn í alla nátt, men tey høgdu einki at skriva heim um, so tað hevur verið ein rólig nátt, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.