Klokkan gott 01 í nátt fekk løgreglan eina fráboðan frá fólki í einari síðugøtu ovast í Varðagøtu í Havn.
- Tað var ein maður, sum gekk úti og rópti og geylaði og vísti harðligan atburð.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey fóru á staðið og funnu mannin, sum órógvaði náttarfriðin.
- Maðurin varð ikki handtikin, men hann fær eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, sigur løgreglan.
Í samdøgurfrágreiðingini hjá løgregluni verður einki sagt um, hvørt maðurin var drukkin ella ei.
- Tað framgongur ikki, men tú kanst ikki ganga úti, rópa og geyla og vísa harðligan atburð, leggur vaktleiðarin aftrat.