VIDEO: Soleiðis vann KÍ á Neman á Tórsvølli

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum KÍ-Neman 2-0 (2-0)

KÍ avrikaði enn eina ferð væl í Evropa. Á Tórsvølli eydnaðist tað KÍ í fyrra dystinum í triðja undanumfarinum í Conference League at vinna 2-0 á belarussiska liðnum, Neman.

 

Returdysturin verður leiktur á einum manntómum leikvølli í Szeged í Ungarn komandi hóskvøld, uttan áskoðarar. So sannlíkindini fyri at KÍ vinnur seg í Play Off umfarið eru góð. Eydnast tað bíðar Rayo Vallecano úr La Liga í Play Off umfarinum. 

 

Hetta er annars fyrstu ferð, at eitt føroyskt felagslið vinnur á einum belarussiskum liði í einari evropeiskari kapping fyri felagslið. Tó hevur føroyska U21-landsliðið vunnið á Belarus á tveimum sinnum.

 

HER   ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen.

 

KÍ – Neman FK 2-0 (2-0) - Fyrri dysturin í 3. undanumfarinum í Conference League

 

1-0: René Shaki Joensen 26.

 

2-0: Páll A. Klettskarð 45.+1.

 

KÍ: Sebastian Linnet John – Odmar Færø (Gilli Rólantsson Sørensen, 80.), Deni Pavlovic, Gaston Tellechea – Jóannes Kalsø Danielsen, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen (Daniel Johansen, 68.) – Árni Frederiksberg (Claes Philip Kronberg, 88.), Páll A. Klettskarð (Filip Brattbakk, 80.), Patrik Johannesen (Mads Bo Mikkelsen, 68.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Mark F. Jensen, Robert Williams, Jonn Johannesen, Dávid B. Andreasen, Páll Müller, Martin Gonzales, Ahmed Latif

 

Gult kort: Deni Pavlovic, Odmar Færø

 

Venjari: Magnus Powell

 

HER ber til - við belarussiskum frásøgumanni - at síggja hæddarpunktini frá dystinum KÍ-Neman 2-0 (2-0):

 

##med2##