U19 HM: Slovenia hevur eina stóra favorittstøðu móti Føroyum

Her eru oddsini upp á dystin Slovenia-Føroyar

Seinnapartin klokkan 13 spælir føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti fyrsta dystin í innleiðandi bólki E í HM-endaspælinum, ið verður leikt í Egyptalandi.

 

Dysturin verður móti Slovenia, ið hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru so høg sum 9,99.

 

Miðaloddsini upp á slovenskan sigur eru so lág sum 1,06.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru heili 17,64. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##