13 mál í fýra dystum: Tóra var best í juni

Undan dystinum millum HB og KÍ í Gundadali mikukvøldið, sum klaksvíkskvinnur vunnu 1-0, bleiv Tóra Mohr úr KÍ heiðrað

Jana Kristvør Mohr og Tóra Mohr við prógvunum upp á, at tann yngra av møðgunum var besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í juni mánað (Mynd: Jóhanna Thomsen, FSF)

FSF skrivar:

 

- Undan dystinum millum HB og KÍ í Gundadali mikukvøldið, sum klaksvíkskvinnur vunnu 1-0, bleiv Tóra Mohr úr KÍ heiðrað sum besti spælari í Betrideildini í juni mánað

 


Mikukvøldið var fyrsta umfar í ovara bólkinum í endaspælinum í Betrideildini hjá kvinnum á skránni. Í Sarpugerði vann NSÍ 1-0 á Víkingi. Einsamalla málið skoraði Brá Zakariasardóttir tá smáir tjúgu minuttir vóru spældir av seinni hálvleiki.

 

Í Havn hevði HB vitjan av KÍ, og har vóru tað tær kongabláu úr Klaksvík, ið drógu longra stráið. KÍ vann 1-0 við máli sum Maria Vinjardsdóttir skoraði í 12. minutti.

 

Men áðrenn Andras Frederiksberg floytaði dystin í Gundadali í gongd, varð Tóra Mohr úr KÍ heiðrað sum besti spælari í Betrideildini í juni mánað.

 

– Hetta kom eitt sindur sum eitt yvirraskilsi. Men tað gekk væl við málskjótingini í juni mánað, og eg eri ótrúliga glað fyri hendan heiðurin, sigur Tóra Mohr við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tað eru venjararnir hjá liðunum í fremstu deildini, ið velja besta spælara hvønn mánað, og tá talt var saman fyri juni mánað, hevði framherjin úr KÍ fingið flestar atkvøður.

 

Nummar 2 í atkvøðugreiðsluni gjødist Teresa Jacobsen úr HB, og nummar 3 bleiv Sólja Ernstdóttir úr KÍ.

 

At juni mánið hilnaðist væl hjá KÍ kvinnunum og Tóru Mohr persónliga, sæst eisini aftur í málskjótingini. Í seinastu fýra dystunum í grundspælinum skoraði Tóra Mohr trettan mál, og hálaði seg samstundis upp á 2. plássið á toppskjúttaralistanum við 24 málum tilsamans.

 

– Nú ræður um at gera arbeiðið ordiliga liðugt, og fáa hatta FM steypið aftur til Klaksvíkar, sigur Tóra Mohr.

 

Tað var mamma Tóru, Jana Kristvør Mohr, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði dótturini eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF. 

 

Jana Kristvør Mohr og Tóra Mohr við prógvunum upp á, at tann yngra av møðgunum var besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í juni mánað (Mynd: Jóhanna Thomsen, FSF)