VIDEO: Venjarin hjá Linfield hevur virðing fyri Víkingi

(Video) Her er tað David Healy segði undan venjingini á Tórsvølli

Í kvøld klokkan 19 á Tórsvølli spælir Víkingur fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Conference League. Dysturin verður ímóti Linfield FC, ið á fimm sinnum hevur sligið føroysk lið úr evropeiskum kappingum.

 

Høvuðsvenjari hjá er søguligi toppskjúttin hjá norðurírska landsliðnum, David Healy sum árini millum 2000 og 2013 skoraði 36 mál fyri Norðurírland. 

 

Síðani 2015 hevur David Healy verið høvuðsvenjari hjá Linfield, og hevur hann sostatt verið við til at senda NSÍ í 2015, og HB í 2019 úr evropeiskum kappingum. 

 

David Healy er greiður yvir, at Víkingur hevur ikki heilt somu styrki sum í undanfarna kappingarári, men hann slær fast, at tað framvegis er talan um eitt gott lið, ið kann geva Linfield ein skarpan gang. 

 

David Healy greiðir frá, at Linfield hevur fyrireikað seg so væl, sum tað ber til eftir umstøðunum, nú tað er so stutt ímillum dystirnar í teimum evropeisku kappingunum. 

 

HER ber til at hoyra og síggja samrøðuna, ið Youtube-rásin hjá Linfield FC gjørdi við David Healy á Tórsvølli ígjár:

 

##med2##