Tað er at gleðast yvir at okkara Umhvørvismálaráharri Margit Stórá tekur til orðanna um týdningin av at verja okkara vátlendir. Einaferð høvdu vit nógv vátlendir og sum hava havt so stóran tydning fyri okkara vistskipanir og okkara heiðafugl.
##med4##
Tíðanverri verða okkara vátlendir alt færri hóast vit síðani 1971 hava bundið okkum til at verja hesi. Alt ov litið atlit verður tikið til okkara náttúru, hana sum vit hava so lítið av og er so viðbrekin.
Á Sandi hava vit nøkur framúr vátlendir, sum sera poetiskt eita : Fossámýra, Heygamýra og Hvítmýrar. Hesar mýrar og løkjir hava storan týdning fyri lívið í Sandsvatni, Grothusvatniog Søltuvík og fyri allan heiðafuglin sum framvegis er har, og týdning fyri grønmetisframleiðsluna á Sandi.
Tíðanverri vil ætlaði vegurin til illa lýddu vindmyllulundina fara beint gjøgnum hesi vátlendi og gera enda á teimum og urslitið verður ein umhvørvis-ólukka fyri omannevndu vøtn og umhvørvi kring teirra.Tað er ikki skiljandi at okkara Umhvørvisstova ikki er meira virkin at verja náttúruna. Vit vóna at Margit Stórá fer at hava ein størri leiklut á hesum øki.
Lagnan hjá hesum mýrum – hesin juvelurin hjá Sandingum og øllum føroya fólki – liggur nú í hondunum hjá Yvirfriðingarnevndini. Vit vóna hon kemur til røttu avgerðini sum er at støðga hesari ørvitisætlan, tað vil verða teimum til miklan heiður og sóma. Hon kann taka somu avgerð sum bjargaði vátlendinum Millum Tjarnir á Eiði fyri nøkrum árum síðani.
Setid heldur hasar vindmyllurnar upp her hjá okkum í Suðurstreymoy , FNÚ velur okkurt hoskandi øki á Boganesi ella Yviri Við Strondog so kunnu íleggjarnir selja tær til onkran útlendskan kapitalfond.
Johan Mortensent
##med2##
##med3##