Føroysku U19-mennirnir vóru ov stuttir at røkka ovara millumspælinum í HM-endaspælinum í Egyptalandi.
Nú skulu okkara royna at fáa eina so høga endastøðu sum gjørligt. Hægst møguliga endastøðan er eitt 17. pláss.
Í niðara millumspælinum eru Føroyar endaðar í bólki saman við Argentina, Meksiko og Uruguay. Føroyar og Argentina hava tvey stig hvør. Føroyar hava tey bæði stigini frá 33-17 sigrinum á Uruguay við sær í millumbólk 3.
Mánadagin klokkan 15.15 spæla Føroyar móti Meksiko, og týsdagin klokkan 15.15 spæla okkara móti Argentina.
Føroyar eru sostatt einasta evropeiska liðið í hesum bólkinum.
Meksiko tapti í innleiðandi bólkaspælinum 12-48 fyri Fraklandi, 15-51 fyri Noregi, og 16-37 fyri Argentina. Tí eiga Føroyar at vinna á Meksiko.
Argentina tapti bert 28-29 fyri Noregi, men tapti greitt 24-39 fyri Fraklandi. Dysturin hjá Føroyum móti Argentina verður helst bólkafinalan.
Enda Føroyar ovast í millumbólkinum, so skulu okkara spæla um endastøðurnar millum nummar 17 og 20. Enda Føroyar næstovast, so skulu okkara spæla um endastøðurnar millum nummar 21 og 24.