Häcken er fremst og Piteå er beint omanfyri niðurflytingarstrikuna

Tað peikar hvør sín veg hjá liðunum hjá Jóhannu Fossdalsá Sørensen og Áslu Johannesen

Í vikuskiftinum vóru liðini hjá Áslu Johannesen og Jóhannu Fossdalsá Sørensen, Piteå og Häcken í leiki í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå taptu á útivølli 1-2 fyri Vittsjö. Á hálva tímanum legði heimaliðið seg á odda 1-0. Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini javnaði Cecilia Edlund til 1-1. Men 10 minuttir seinni skoraði heimaliðið sigursmálið.

 

Talan var um triðja tapið á rað hjá Piteå. 

 

Tað byrjar at sansa at hjá Piteå nú. Tær eru fjórðaftast í deildini við 14 stigum. Piteå er bert eitt stig omanfyri triðaftasta plássið, ið merkir tveir Play Off dystir móti triðfremsta liðnum í næstbestu deildini aftaná lokið kappingarár. Tó hevur Piteå níggju stig niður til næstaftasta plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina.

 

Hjá Jóhonnu og liðfeløgunum í Häcken gongur framúr væl. Tær vunnu á heimavølli 4-1 á Djurgården. Felicia Schröder skoraði reint hattrick.

 

Talan er um sjeynda sigurin á rað hjá Häcken.

 

Häcken er fremst í deildini við 30 stigum. Teimum á baki eru Hammarby og Malmö FF við 29 stigum hvør. 

 

Komandi leygardag hevur Piteå heimadyst móti Hammarby. Dagin eftir spælir Häcken dyst á útivølli móti Växsjö.