Verandi ensku meistararnir, Liverpool og verandi steypavinnararnir, Crystal Palace spældu seinnapartin sunnudagin fyrsta almenna dystin hetta kappingarárið, tann sonevnda Community Shield dystin á Wembley leikvøllinum í London.
Crystal Palace sum gjørdist steypavinnari á fyrsta sinni fyri nøkrum mánaðum síðani, hevur nú eisini vunnið Community Shield á fyrsta sinni.
Aftaná vanligu leiktíðini stóð á jøvnum 2-2. Í brotssparkskappingini eydnaðist tað Palace at vinna 3-2.
Crystal Palace-Liverpool 5-4 aftaná brotssparkskapping
0-1 Hugo Ekitike ('4)
1-1 Jean-Philippe Mateta, br. ('17)
1-2 Jeremie Frimpong ('21)
2-2 Ismaila Sarr ('77)
Crystal Palace vann brotssparkskappingina 3-2.
HER ber til at síggja tey fýra málini, og tey avgerandi brotsspørkini í brotssparkskappingini:
##med2##