VIDEO: Ein longri samandráttur frá bragdinum hjá U19-landsliðnum

(Video) Handball World hevur gjørt ein 19 minuttir samandrátt frá dystinum Føroyar-Týskland 28-28 (13-15)

Mynd: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Szabo

Burtursæð frá tungu byrjanini móti Slovenia, so hevði føroyska U19-landsliðið hjá monnum í hondbólti eitt gott innleiðandi bólkaspæl í HM-endaspælinum í Egyptalandi.

 

Serliga var tað 28-28 (13-15) javnleikurin móti Týsklandi, ið var eitt framúr gott úrslit.

 

Toppskjúttar hjá Føroyum vóru Magnus Árason við sjey málum, og Pauli Rasmussen við seks málum. 

 

Handball World hevur sett saman ein 19 minuttirs samandrátt frá dystinum, ið sæst her:

 

##med2##

 

Seinnapartin klokkan 15.15 spæla Føroyar móti Meksiko, og í morgin klokkan 15.15 spæla okkara móti Argentina í bólki 3 í niðara endaspælinum.

 

Føroyar og Argentina hava tvey stig hvør. Føroyar hava tey bæði stigini frá 33-17 sigrinum á Uruguay við sær í millumbólk 3.

 

Enda Føroyar ovast í millumbólkinum, so skulu okkara spæla um endastøðurnar millum nummar 17 og 20. Enda Føroyar næstovast, so skulu okkara spæla um endastøðurnar millum nummar 21 og 24.  

 

 

 

 

 

Mynd: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Szabo