Grein úr Sosialinum 16. januar 2025:
Á kommunuvalinum hin 12. november í fjør vóru tveir listar í Eiðis kommunu, listi A og listi B, harav listi A fekk 54,3 prosent av atkvøðunum, og listi B fekk 45,7 prosent.
568 fólk høvdu valrætt, og 521 vóru á vali. Tað gevur eina stóra valluttøku, heili 92,3 prosent.
Í bygdaráðnum í Eiðis kommunu, sum umframt Eiði eisini fevnir um Ljósá og Svínáir, eru sjey umboð, og á valinum fekk listi A fýra umboð vald, og listi B fekk trý.
Tey, sum manna bygdaráðið í Eiðis kommunu í dag, eru Jógvan í Skorini (A), Sigurður Eiriksson (A), Tonny S. Kruse (B), Fróði Reinert Petersen (B), Kristian Martin Juul (B), Tove Kruse Samuelsen (A) og Olaf Fríðheim (A).
Nývaldur borgarstjóri er Jógvan í Skorini, ið áður hevur sitið sum borgarstjóri tvey valskeið. Hann gjørdist eisini fyrstvaldur við 96 persónligum atkvøðum á valinum í november, og hetta er eitt sera gott val í Eiðis kommunu.
Á kommunuvalinum í 2020 stillaði hann ikki uppaftur og hevur tískil ikki sitið í bygdaráðnum seinastu fýra árini. Jógvan í Skorini var borgarstjóri í Eiðis kommunu árini 2013 til og við endan av 2020.
##med2##
Var bert 26 ára gamal
- Eg var bara 26 ára gamal, tá eg gjørdist borgarstjóri hin 1. januar 2013. Ta fyrstu tíðina hevði eg sum óroyndur nógv at læra, men eg hevði góð fólk rundan um meg, bæði í bygdaráðnum og millum borgararnar í kommununi, sigur borgarstjórin.
Sum tíðin leið, merktist bestemt ikki á Jógvani, at ungi maðurin, sum hann var, tá hann setti seg við borðendan í 2013, var nakar óroyndur kommunalpolitikari.
Hann var miðvísur og lærdi skjótt, og skjótt sást eisini, at hann hevði hegni og viljan at seta út í kortið og taka avgerðir.
Tá hetta fyrsta skeiðið var runnið, og veljarar í Eiðis kommunu aftur skuldu taka støðu til, um hann skuldi fáa eitt skeið aftrat í bygdaráðnum, fekk Jógvan eina dygga álitisváttan.
Hann gjørdi eitt gott val, sum gav honum møguleikan at halda fram sum borgarstjóri – í øllum førum eitt skeið aftrat.
Soleiðis sat hann tá í tvey valskeið sum borgarstjóri í Eiðis kommunu.
##med3##
Var lærari í fýra ár
Á kommunuvalinum í 2020 stillaði maðurin, sum annars er útbúgvin fólkaskúlalærari, ikki uppaftur. Hann fór at undirvísa í Eiðis skúla, og her hevur hann nú havt fýra góð ár saman við góðum starvsfeløgum og næmingum.
- Ja, fýra fantastisk ár, sum hann sjálvur málber seg.
Tá hann sum bert 26 ára gamal eftir kommunuvalið í 2012 longu gjørdist borgarstjóri, er greitt, at hann ikki leingi hevði virkað sum lærari, áðrenn hann fór upp í kommunalpolitikk.
Jógvan í Skorini vísir á, at eftir at hann hevði tikið læraraútbúgving, var hann fyrst á Skúlanum við Løgmannabreyt og síðan á Felagsskúlanum á Oyrarbakka.
- Eg hevði bert okkurt skifti starvast sum vikarur við Eiðis skúla, men tá eg gavst sum borgarstjóri í endanum av 2020, fekk eg fyrst vikarstarv í Eiðis skúla og seinni eisini fast starv á skúlanum.
Nú hann tók við aftur sum borgarstjóri hin 1. januar, er hann í farloyvi í Eiðis skúla.
##med4##
Fótbóltur og mentan
Tey átta árini, sum Jógvan var borgarstjóri, hendi nógv spennandi og mennandi í Eiðis kommunu.
- Tá Sunda kommuna vildi byggja nýggjan felagsskúla við ítróttarhøll á Oyrarbakka, vóru vit ikki við í nýggju verkætlanini, tó at vit áttu okkara part í gamla skúlanum her.
Jógvan vísir á, at í staðin fyri at eiga í nýggja felagsskúlanum og ítróttarhøllini, sum Sunda kommuna vildi byggja, fekk Eiðis kommuna eina góða avtalu um framhaldandi skúlasamstarv á Oyrarbakka.
- Vit høvdu ikki hug at gera stórar íløgur í bygningar í aðrari kommunu, og vit fingu eisini nakrar milliónir burtur úr at selja okkara part av skúlanum, samstundis sum vit framhaldandi fingu eina góða avtalu um skúlasamstarv.
Hann sigur, at sølan av partinum hjá Eiðis kommunu í felagsskúlanum gav kommununi eitt gott grundarlag eitt nú at byggja nýggjan fótbóltsvøll og ítróttahús í Hólmanum – uttan at seta kommununa í stóra skuld.
- Vit gjørdu eisini umbyggingar í Eiðis skúla, soleiðis at vit fingu Kolshøll, sum nú er mentanarmiðdepilin í kommununi, ið vit øll kunnu gleðast um. Her hava mong tiltøk verið, og tað er eingin ivi um, at Kolshøll hevur givið kommununi og fólkinum, sum her býr - og øðrum við - nýggjar og betri karmar til mentanarlig tiltøk, sigur hann.
##med5##
Stórur fólkavøkstur
Eitt rímiliga kollveltandi stig, sum varð tikið, meðan Jógvan í Skorini var borgarstjóri í Eiðis kommunu, var, at kommunuskattaprosentið varð sett niður á 18,75, sum helst er tað lægsta í einari miðalstórari føroyskari kommunu.
- Skattaprosentið er framvegis 18,75, og tað verður ikki hækkað við mær sum borgarstjóra, leggur hann dent á.
Jógvan vísir á, at tá hann í fyrstu setuni tók við borgarstjórastarvinum hin 1. januar í 2013, hevði Eiðis kommuna havt minkandi fólkatal og var eitt skifti niðri á 666 íbúgvum.
- Her varð neyðugt at taka nøkur stig. Vit vildu varpa ljós á kommununa, samstundis sum vit royndu at eggja fólki at flyta í Eiðis kommunu. Tað eydnaðist at steðga fráflytingini við at gera tað meira attraktivt at búgva í Eiðis kommunu, og vit fingu sum frá leið eisini eina munandi tilflyting.
Hann vísir á, at stemningurin gjørdist meira positivur, og tað vísti seg, at fleiri, sum høvdu verið burtur og lisið, nú vendu heimaftur.
- Í fleiri førum vóru tað barnafamiljur, har kanska annar parturin hevði røtur í kommununi, sum nú valdu at seta búgv her hjá okkum. Men, her komu eisini fólk, sum einki tilknýti høvdu havt til kommununa frammanundan.
Í staðin fyri at vera 666 borgarar í 2013, búgva nú fleiri enn 800 fólk í Eiðis kommunu í dag, og borgarstjórin ásannar, at her hevur verið ein lutfalsliga stórur fólkavøkstur.
##med6##
Har tingini henda
Jógvan í Skorini dylur ikki fyri, at tað passar honum sera væl, at tað enn einaferð eydnaðist honum at vinna sær sess á kommunuvalinum seinast.
Hann er sera takksamur fyri stuðulin, hann fekk, og hann heldur, at ein orsøkin til dyggu undirtøkuna er tað arbeiði, sum hann saman við øðrum hevur verið við til at gera í kommununi undanfarin ár.
- Eg trúgvi, at fólk vilja hava umboð, sum vilja og tora at taka avgerðir. Mær dámar væl at vera mitt í meldrinum, har tingini henda, og tað er ikki yvir at dylja, at eg havi glett meg sum eitt barn at sleppa at arbeiða fyri kommununa aftur.
Dreymurin hjá borgarstjóranum fyri tey næstu fýra árini er eitt breitt samstarv í bygdaráðnum, sum verður til gagns fyri allar borgararnar í Eiðis kommunu.
- Tá vit lækkaðu skattin, kundu vit vísa fólki á, hvussu nógv meira tey høvdu eftir av lønini við at búgva í Eiðis kommunu, og vit ætla eisini í hesum valskeiðnum at vísa á, at tað loysir seg at búgva í okkara kommunu.
- Á hinari síðuni fær kommunan eisini væl burturúr, tá fólkatalið veksur við borgarum, sum tjena væl, tí hetta ávirkar skjótt inntøkuskattin hjá kommununi.
Jógvan vísir á, at tá tey í sínari tíð valdu at seta skattaprosentið niður á 18,75, merktist hetta hjá fleiri borgarum í Eiðis kommunu sum ein lønarhækking á eini seks prosent.
##med7##
Hava góð samstørv
Nú nøkur ár eru liðin, síðan Eiðis kommuna seldi sín part í felagsskúlanum á Oyrarbakka, heldur borgarstjórin, at hetta var ein røtt avgerð.
- Vit eru heldur ikki farin meira burturúr enn so, at vit framhaldandi hava eitt gott skúlasamstarv við Sunda kommunu og eina góða avtalu um okkara framhaldsskúlanæmingar.
Hann vísir á, at kommunan eisini er partur av VEKS-samstarvinum innan eldraøkið, eins og samstarv er á barnaverndarøkinum. Haraftrat eru bæði Eiðis kommuna og Sunda kommuna partur av Eiðis Læknadømi, og her verður nýggj læknamiðstøð í løtuni bygd við Norðskála.
- Eiðis kommuna er eisini komin við í samstarvi um ókeypis bussleið, sum Sunda kommuna skipaði fyri nøkrum árum síðan, og hetta er eftir mínum tykki eitt fantastiskt framstig – ikki minst fyri ungdómin, sum íðkar ítrótt og annars luttekur í aktivitetum í økinum.
Bygdaleiðir koyra í rutu gjøgnum vikuna, men Bygdaleiðir koyra ikki um vikuskiftið.
- Tískil hava vit her norðuri saknað eina bussleið um vikuskiftini, men við samstarvinum um bussleiðina í Sunda kommunu, koyrir bussur nú til langt út á kvøldarnar, og hetta eru vit í okkara kommunu sera fegin um.
Hann leggur aftrat, at fólk í Eiðis kommunu og Sunda kommunu eru saman um eitt nú fótbólt og hondbólt, og tað er ikki minst í slíkum samstarvi, at ein ókeypis bussleið kemur íðkandi borgarunum – og ikki minst børnum og ungum - til góðar.
##med8##
Bústaðarmynstrið broytist
Seinnu árini er bústaðarmynstrið í Eiðis kommunu nakað broytt, soleiðis at nakrar íbúðir eru bygdar, og tað eru eisini eldri, sum hava selt síni hús og eru farin í høgligari bústaðir.
- Í onkrum føri hava vit sæð, at eldri, sum búðu í stórum húsum, flyta í smærri og høgligari bústaðir, og familjur við børnum eru fluttar inn í húsini, har tey eldru búðu.
Jógvan í Skorini vísir á, at veitarar hava bygt og selt nakrar íbúðir, og hetta hevur í ávísan mun broytt bústaðarmynstrið.
- Í onkrum føri er tað soleiðis, at har kanska tvey fólk búðu frammanundan, býr nú ein barnafamilja.
Borgarstjórin heldur, at einar tríggjar íbúðir framvegis eru til sølu í tí eini verkætlanini á Eiði, sum nýliga er liðug, og hann heldur fyri, at her er bara at halda seg framat.
- Eg vóni eisini, at vit kunnu fáa leigubústaðir til kommununa, áðrenn langt um líður, og kanska kundi kommunan farið at hugsað um at bygt nakrar eldraíbúðir, sigur hann.
##med9##
Góðir vinnuligir veitarar
Í Eiðis kommunu eru fleiri góðar, fjølbroyttar og dugnaligar vinnufyritøkur, sum hava velduga stóran týdning fyri kommununa og fólkið í kommununi.
- Vit hava eisini Bátafisk, sum hevur verið ein dyggur veitari í fleiri ár, og vit hava stóra fiskavirkið, fyrrverandi Norðís, sum nú er til sølu. Tað er okkara vón, at virksemið aftur verður á fiskavirkinum.
Jógvan í Skorini vísir á, at á Eiði er góð útróðrarhavn, og her eru góðar umstøður hjá bátum.
- Nú er várróðurin á Norðhavinum ikki tað, hann var, tá hann var mestur, men á hvørjum vári royna fleiri bátar við snellu og leggja fiskin upp á Eiði.
Borgarstjórin sigur, at eitt av málunum, sum hann kundi hugsað sær, at kommunan hugdi nærri at, er, um møguleikar kanska eru at fáa fleiri inntøkur við partafelagsskatti.
##med9##
Eingin samanlegging
Tá vit spyrja borgarstjóran um møguliga samanlegging við Sunda kommunu, nú kommurnar hava samstarv á fleiri økjum, er ikki líkt til, at hetta verður nakað, sum kemur at fylla nakað av týdningi í hesum valskeiði.
- Nei, hetta hava vit slett ikki tosað um, og eg veit ikki, um nakar av teimum, sum stillaðu upp á kommunuvalinum seinast, ynskir samanlegging.
Jógvan í Skorini leggur dent á, at Eiðis kommuna – í mun til støddina á kommununi - er sera væl útbygd, sum hann tekur til, og her hava borgarar bestu umstøður.
- Vit hava góðan barnagarð, skúla við mentanarhøll, tónleika-og musikkskúlahøli og ítróttarhøll, eldrasambýli, og vit hava bæði fótbóltsvøll og ítróttarhús.
Hann væntar, at eitt, sum nývalda bygdaráðið fer at raðfesta í hesum valskeiði, verður frítíðarskúlin.
- Vit hava góðar stovnar við góðum og dugnaligum starvsfólkum, og hesi eru øll gull verd, sigur borgarstjórin, Jógvan í Skorini, at enda.
##med6##
Fakta
Fólkatal í Eiðis kommunu: 784
Eiði: 703
Ljósá: 32
Svínáir: 49
##med7##
Eiðis skúli
Næmingatal: 78
Nývalt bygdaráð:
Nr. Listi Navn Atkvøður
1 A Jógvan í Skorini 96
2 A Sigurður Eiriksson 51
3 B Tonny S. Kruse 46
4 B Fróði Reinert Petersen 34
5 B Kristian Martin Juul 33
6 A Tove Kruse Samuelsen 29
7 A Olaf Fríðheim 29
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##