Fyri aðru ferð í ár var tað Havnarbáturin, sum var fremstur, tá ið 10-mannaførini kappaðust.
Sigurin hjá Havnarbátinum var tann næsti í ár. Havnarbáturin vann eisini á norðoyastevnu, meðan Klaksvíkingur vann bæði sundalagsstevnuna og jóansøkuna. Harvið er tað púra javnt í FM kappingini, nú tað resta tríggir róðrar. Havnarbáturin og Klaksvíkingur hava 26 stig, meðan Norðingur hevur 20 stig.
Í dag starturin hjá Norðingi góður, meðan hann ikki var so góður hjá Havnarbátinum.
Tað var tó skjótt, at Havnarbáturin vann seg framum hinar báðar bátarnar, og havnarmenn megnaðu alla tíðina at halda drekastevnið undan. Klaksvíkingur royndi at bjóða av, men í endaspurtinum rann Havnarbáturin frá honum, so munurin øktist frá einum skuti og til tað mesta av einari bátslongd.
1 | Havnarbáturin (HR) | 04:28.29 | +00.00 | 7 | ||
2 | Klaksvíkingur (KRF) | 04:30.25 | +01.96 | 6 | ||
3 | Norðingur (NHR) | 04:32.18 | +03.89 | 5 |
1 | Havnarbáturin (HR) | 4 | 26 | ||
2 | Klaksvíkingur (KRF) | 4 | 26 | ||
3 | Norðingur (NHR) | 4 | 20 |