Sundabáturin var øgiliga treiskur

6-mannafør menn: Í síðstu tøkunum megnaðu favorittarnir úr Tronganum at taka Skúgv, sum var fremstur stóran part av teininum

Tað var so spennandi, sum tað kann vera, tá ið 6-mannafør9ni við monnum kappaðust í Fuglafirði. Men róðurin var heilt øðrvísi, enn hann hevur verið undanfarnu tríggjar ferðirnar.

 

Undanfarnu tríggjar ferðirnar hevur Sundabáturin verið suverenur vinnari. Í dag vann Sundabáturin aftur, men sigurin var ikki so sannførandi í dag, sum hann annars hevur verið.

 

Skúgvur úr Sandavági var fremstur størsta partin av teininum, og teir úr Sandavági vóru ógvuliga treiskir. Tað var ikki fyrrenn í síðstu tøkunum í endaspurtinum, at Sundabáturin tók Skúgv og fyri fjórðu ferð í ár vann fult stigatal og harvið er stórfavorittur at vinna FM.

 

Strálan av Strondum var væl við í startspurtinum og í eina løtu aftrat. Á málinum var tað stutt millum teir báðar bátarnar á hvør sínum armi á Skálafjørðinum, tí Sølmundur av Glyvrum var eitt vet undan Stráluni.

 

1 Sundabáturin (NHR)04:54.30+00.007 
2 Skúgvur (SÍF)04:54.43+00.136 
3 Sølmundur (NSÍ)04:59.06+04.765 
4 Strálan (Strálan)04:59.26+04.964 
5 Víkingur (HR)05:00.19+05.893 
6 Gongurólvur (HR)05:01.03+06.732 
7 Herningur (RK)05:03.10+08.801 
8 Norðstovudánjal (SR)05:04.25+09.950 
9 Fortuna (VÍF)05:08.10+13.800 
10 Sjódrekin (Skála)05:12.09+17.790 
11 Hósvikingur (HVR)05:19.29+24.990

 

 

 

1 Sundabáturin (NHR)428 
2 Skúgvur (SÍF)424 
3 Sølmundur (NSÍ)418 
4 Gongurólvur (HR)415 
5 Víkingur (HR)411 
6 Strálan (Strálan)49 
7 Norðstovudánjal (SR)44 
8 Herningur (RK)11 
9 Hvessingur (HSR)31 
10 Sjódrekin (Skála)41 
11 Jarnbardur (RK)10 
12 Hósvikingur (HVR)10 
13 Fortuna (VÍF)30

 

 

 

https://rsfurslit.fo/