Higartil í ár hevur tað verið Sílið, sum hevur verið heilt suverent í kappingini millum gentur 17-18 ár. Aftur í dag vann Sílið, sum eftir fýra róðrar hevur fulla úrtøku, og sum er stórur favorittur at vinna FM heitið.
Tá ið bátarnir fóru um málið var tað ein bátslongd ella so frá Sílinum og aftur til næsta bátin.
Fremsti avbjóðarin í dag var Firvaldur av Tvøroyri. Firvaldur var leingi av álvara við í kappingini um fremsta plássið, og tað var ikki fyrrenn í sjálvum endaspurtinum, at tað dragnaði eitt vet hjá Firvaldi, sum tó megnaði at halda Drekan aftanfyri seg, hóast endaspurturin hjá Drekanum var góður.
Ørnin úr Sandavági endaði á fjórða plássi.
1 | Sílið (HR) | 05:32.14 | +00.00 | 7 | ||
2 | Firvaldur (FSR) | 05:34.17 | +02.03 | 6 | ||
3 | Drekin (HR) | 05:35.42 | +03.28 | 5 | ||
4 | Ørnin (SÍF) | 05:38.21 | +06.07 | 4 | ||
5 | Skansin (HR) | 05:40.18 | +08.04 | 3 | ||
6 | Títlingur (HR) | 05:41.15 | +09.01 | 2 | ||
7 | Royndin Fríða (VK) | 05:43.18 | +11.04 | 1 | ||
8 | Jallurin (RK) | 05:44.39 | +12.25 | 0 | ||
9 | Ternan (NSÍ) | 05:47.00 | +14.86 | 0 | ||
10 | Ritan (NHR) | 05:54.20 | +22.06 | 0 | ||
11 | Ingibjørg (HR) | 06:04.47 | +32.33 | 0 |
1 | Sílið (HR) | 4 | 28 | ||
2 | Drekin (HR) | 4 | 19 | ||
3 | Firvaldur (FSR) | 4 | 18 | ||
4 | Títlingur (HR) | 4 | 15 | ||
5 | Ørnin (SÍF) | 4 | 15 | ||
6 | Skansin (HR) | 4 | 13 | ||
7 | Jallurin (RK) | 4 | 3 | ||
8 | Royndin Fríða (VK) | 4 | 1 | ||
9 | Heykur (HVR) | 1 | 0 | ||
10 | Ternan (NSÍ) | 3 | 0 | ||
11 | Ritan (NHR) | 4 | 0 | ||
12 | Ingibjørg (HR) | 4 | 0 |