Tað var gott og væl útselt á Lincoln Financial leikvøllinum í Philadelphia, tá brasilska Palmeiras og enska Chelsea spældu HM-fjórðingsfinalu í nátt føroyska tíð.
Chelsea hevði bóltin tveir triðingar av tíðini, og teir bláu úr London høvdu væl fleiri málmøguleikar enn mótstøðuliðið. Kortini kravdi tað eitt sjálvmál fyri at tryggja Chelsea ein 2-1 sigur, og harvið eitt hálvfinalupláss.
Tá eitt korter var farið legði Cole Palmer Chelsea á odda 1-0. Estevao javnaði tíðliga í seinna hálvleiki. Tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini gjørdi Weverton hjá Palmeiras sjálvmálið, ið gjørdist sigursmálið hjá Chelsea.
Palmeiras-Chelsea 1-2 (0-1)
0-1 Cole Palmer ('16)
1-1 Estevao ('53)
1-2 sjálvmál ('83)
Klokkan 17 verður stórdystur á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta. Tá spæla Paris Saint Germain og Bayern München fjórðingsfinalu. Klokkan 21 verður enn ein evropeisk uppgerð. Tá spæla Real Madrid og Dortmund fjórðingsfinalu á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá HM-fjórðingsfinaluni millum Palmeiras og Chelsea:
##med2##