Trump fer at senda fleiri brøv um toll mánadagin

Trump hevur skrivað undir brøv, sum verða send til umleið 12 lond mánadagin við fráboðan um toll.

Donald Trump tosar við tíðindafólk um Air Force One. - Mynd: Jacquelyn Martin/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer mánadagin at senda brøv til umleið 12 lond við fráboðan um amerikanskan toll.

Tað segði forsetin sambært Reuters og AFP fríggjakvøldið lokala tíð umborð á Air Force One.

– Eg havi skrivað undir nøkur brøv, og tey verða send mánadagin - helst 12, sigur Trump sambært AFP.

Trump vildi ikki upplýsa, hvørji lond talan er um. Tað verður kunngjørt mánadagin, stendur í fráboðanini.

Hósdagin hevði forsetin sagt, at millum 10 og 12 lond fóru at fáa bræv fríggjadagin viðvíkjandi tolli.

Tað er ikki greitt, um talan er um somu brøv.

Í apríl kunngjørdi Trump amerikanskan innflutningstoll á vørur úr so at siga øllum londum í heiminum.

Sama dag, sum tollurin skuldi koma í gildi, valdi amerikanski forsetin at seta fleiri av teimum í bíðistøðu - við undantaki av einum grundtolli á tíggju prosent. Steðgurin gongur út mikudagin 9. juli.

Ein røð av handilsfeløgunum hjá USA eru í løtuni í samráðingum við USA, men fyri nógv hevur tað ikki eydnast teimum enn at gera eina tollavtalu.

Millum stóru handilspartarnar, sum enn ikki hava fingið avtalu við Trump, eru ES og Japan.

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, segði hósdagin, at samráðingarnar við USA framvegis eru í gongd.

– Vit ynskja eina samráðingarloysn, men vit fyrireika okkum samstundis uppá møguleikan fyri, at tað kann enda uttan eina nøktandi loysn. Um so er, at vit fyrireika nøkur móttiltøk, segði Ursula von der Leyen.

Seinastu tíðina hevur tað eydnast londum sum Bretlandi og Vietnam at gera handilsavtalur við USA.

Avtalan millum Vietnam og USA varð løgd fram mikudagin.

Trump segði seinni, at hann væntar, at USA fer at gera nakrar handilsavtalur afturat í nærmastu framtíð.

 

/Ritzau/

 

 

 

Donald Trump tosar við tíðindafólk um Air Force One. - Mynd: Jacquelyn Martin/Ritzau Scanpix