NSÍ hevur eina risastóra favorittstøðu móti TB

Her eru oddsini upp á dystin millum TB og NSÍ

Klokkan 15 byrjar dysturin við Stórá í Trongisvági millum betrideildarliðini hjá TB og NSÍ.

 

TB er næstaftast í deildini við sjey stigum. NSÍ er triðfremst við 32 stigum.

 

13. apríl vann NSÍ stórsigur 5-1 á TB við Stórá.

 

NSÍ hevur eisini eina risastóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til TB liggja millum 16,20 og 21,00.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 9,50 og 14,25.

 

Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 1,05 og 1,08. So talan er um eina sera stóra favorittstøðu.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##