Hóast útivøll er 07 Vestur favorittur móti FC Suðuroy

Her eru oddsini upp á dystin FC Suðuroy-07 Vestur

Ein sera týðandi dystur í botnstríðnum í Betrideildini hjá monnum verður leiktur vesturi á Eiðinum í Vági klokkan 15.

 

FC Suðuroy, ið er aftast í deildini við seks stigum tekur ímóti 07 Vestur, ið er triðaftast við sjey stigum.

 

Tá liðini hittust á Dungasandi í Sørvági 13. apríl vann FC Suðuroy 2-1.

 

Hóast FC Suðuroy er á heimavølli, og hóast FC Suðuroy vann seinasta liðini hittast, so er tað 07 Vestur, ið er favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til FC Suðuroy liggja millum 3,25 og 3,80.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,60 og 3,90.

 

Oddsini upp á útisigur til 07 Vestur liggja millum 1,77 og 1,86.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##