Andaligi leiðarin hjá tíbetum, Dalai Lama, luttók í hátíðarhaldi í McLeod Ganj í dag. - Mynd: Niharika Kulkarni/Ritzau Scanpix

Dalai Lama vónar at gerast yvir 130 ár

Undan føðingardegnum hevur Dalai Lama sagt, at hann vónar at liva í minsta lagi 40 ár afturat.

Andaligi leiðarin hjá tíbetum, Dalai Lama, luttók í hátíðarhaldi í McLeod Ganj í dag. - Mynd: Niharika Kulkarni/Ritzau Scanpix

Dagin fyri sín 90 ára føðingardag sigur tibetanski andaligi leiðarin, Dalai Lama, at hann vónar at liva fleiri áratíggju afturat.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Í dag talaði Dalai Lama á einum hátíðarhaldi í McLeod Ganj, sum er ein útjaðari í norðurindiska býnum Dharamshala.

– Higartil havi eg kunnað tænt Buddhadharma (Buddalæru, red.) og verunum í Tibet rættiliga væl.

- Og eg vóni framvegis at liva í yvir 130 ár, segði hann og fekk lógvabrestir frá viðhaldsfólki sínum.

Dalai Lama segði við Reuters í desember, at hann møguliga livir til hann er 110 ára gamal.

Dalai Lama hevur livað í útlegd síðani 1959, eftir at kinesiski herurin knústi ein uppreistur móti kinesisku kommunistisku stjórnini.

Sama árið flýddi Dalai Lama yvir Himalayafjøllini til India. Her stovnaði hann stjórn í útlegd, sum stríddist fyri at vinna Tibet aftur. Síðani er tað broytt til eitt krav um økt sjálvstýri.

Leygardagin brúkti hann umleið 90 minuttir til at biðja í sínum templi, skrivar Reuters. Til hátíðarhaldið vóru túsundtals fylgjarar úr øllum heiminum.

– Eg havi gjørt mítt besta higartil. Eg vóni framvegis at liva minst 30 ella 40 ár afturat, segði Dalai Lama.

Fyrr í vikuni váttaði Dalai Lama, at ein eftirmaður verður funnin, og at stovnurin heldur fram eftir deyða hansara.

Síðani varð sagt frá kinesiskari síðu, at Kina krevur, at eftirmaðurin verður góðkendur av kinesisku stjórnini.

Nógvir tibetar í útlegd óttast fyri, at Kina fer at royna at seta ein eftirmann at styrkja sítt vald yvir sjálvstýrandi økinum, sum Kina hertók í 1950.

Dalai Lama segði sjálvur, at ábyrgdin av at seta 15. Dalai Lama einans fer at liggja hjá felagsskapinum Gaden Phodrang, sum liggur í India.

Indiskir ráðharrar og sendiharrar úr USA verða við til føðingardagshaldið í morgin. Somuleiðis verða túsundtals av fylgjarunum hjá Dalai Lama, skrivar Reuters.

 

/Ritzau/

 

Andaligi leiðarin hjá tíbetum, Dalai Lama, luttók í hátíðarhaldi í McLeod Ganj í dag. - Mynd: Niharika Kulkarni/Ritzau Scanpix