Í trimum teimum fyrstu FM kappingunum var Ørvur greiður vinnari. Spurningurin í Fuglafirði í dag var, um tað fór at eydnast eiðismonnum umborð á Risanum av álvara at bjóða Ørvi av og harvið at leggja seg út í FM kappingina.
Tað eydnaðist ikki Risanum at fáa bilbukt við Ørv. Eftir startspurtin og reiðiliga tað vóru Ørvur og Risin heilt javnir, men so munaðu tøkini meiri hjá Ørvi, sum svam seg stútt og støðugt frá Risanum. Ein hálv bátslongd gjørdist til eina bátslongd, sum fram ímóti málinum varð til tvær bátslongdir og meiri enn tað.
Ørvur hevur eftir fýra kappingar fulla úrtøku og er fýra stig undan Risanum.
Argjabáturin var greitt nummar trý, meðan Gøtu Tróndur vann kappinga um fjórða plássið við Gullbrand.
1 | Ørvur (HR) | 04:36.46 | +00.00 | 7 | ||
2 | Risin (ERF) | 04:41.49 | +05.03 | 6 | ||
3 | Argjabáturin (AR) | 04:43.42 | +06.96 | 5 | ||
4 | Gøtu Tróndur (TIND) | 04:47.06 | +10.60 | 4 | ||
5 | Gullbrandur (ÍF) | 04:47.38 | +10.92 | 3 | ||
6 | Knørrur (RK) | 04:49.27 | +12.81 | 2 | ||
7 | Miðvingur (MR) | 04:55.33 | +18.87 | 1 | ||
8 | Árnfirðingur (ÁRF) | 04:59.21 | +22.75 | 0 |
1 | Ørvur (HR) | 4 | 28 | ||
2 | Risin (ERF) | 4 | 24 | ||
3 | Argjabáturin (AR) | 4 | 18 | ||
4 | Gøtu Tróndur (TIND) | 4 | 17 | ||
5 | Gullbrandur (ÍF) | 4 | 13 | ||
6 | Knørrur (RK) | 4 | 6 | ||
7 | Miðvingur (MR) | 4 | 5 | ||
8 | Árnfirðingur (ÁRF) | 4 | 1 |