Tað var nýggjur vinnari, tá ið 14-16 ára gomlu genturnar kappaðust á varmakeldustevnu í Fuglafirði í dag.
Undanfarnu ferðirnar hava tað verið Kollur úr Kollafirði og Pílur hjá Róðarfelagnum Knørri, sum hava kappast um fremsta plássið og vunnið, meðan Tekla undan dagsins róðri hevði 13 stig og var sjey stig aftanfyri hinar báðar nevndu bátarnar.
Í dag vendi tað heilt øðrvísi. Tekla bjóðaði beinanvegin Píli av í kappingini um fremsta plássið, meðan starturin hjá Kolli ikki var góður.
Tekla vann seg fram til greiðan oddasess, og fram ímóti endaspurtinum misti Pílur heilt pippið, meðan Kollur stríddi seg fram til næstfremsta plássið.
Á málinum var Tekla meiri enn eina bátslongd undan Kolli, sum nú er einsamallur fremstur í FM kappingini, tí Broddur úr Sumba var frammanfyri Pílin.
1 | Tekla (KRF) | 05:36.34 | +00.00 | 7 | ||
2 | Kollur (KÍF) | 05:39.22 | +02.88 | 6 | ||
3 | Broddur (Sumba) | 05:41.12 | +04.78 | 5 | ||
4 | Pílur (RK) | 05:42.16 | +05.82 | 4 | ||
5 | Gulin (HR) | 05:44.31 | +07.97 | 3 | ||
6 | Spógvin (NSÍ) | 05:46.25 | +09.91 | 2 | ||
7 | Ørnin (SÍF) | 05:47.19 | +10.85 | 1 | ||
8 | Geytin (TIND) | 05:58.38 | +22.04 | 0 | ||
9 | Æðan (AR) | 06:02.17 | +25.83 | 0 | ||
10 | Kellingin (ERF) | 06:14.00 | +37.66 | 0 | ||
11 | Títlingur (HR) | 06:32.49 | +56.15 | 0 |
1 | Kollur (KÍF) | 4 | 26 | ||
2 | Pílur (RK) | 4 | 24 | ||
3 | Tekla (KRF) | 4 | 20 | ||
4 | Gulin (HR) | 4 | 12 | ||
5 | Ørnin (SÍF) | 4 | 11 | ||
6 | Broddur (Sumba) | 4 | 10 | ||
7 | Spógvin (NSÍ) | 4 | 10 | ||
8 | Kellingin (ERF) | 1 | 0 | ||
9 | Falkur (HVR) | 3 | 0 | ||
10 | Geytin (TIND) | 4 | 0 | ||
11 | Æðan (AR) | 4 | 0 | ||
12 | Títlingur (HR) | 4 | 0 |