Higartil hevur tað gingið sum eftir ánni hjá bátunum úr Klaksvík í kappróðrinum á varmakeldustevnu í Fuglafirði.
Fyrr í dag vunnu yngru dreingirnir við Fípuni og genturnar við Teklu, og nú vóru tað kvinnurnar, sum vunnu kappingina millum 5-mannafør.
Sigurin í dag ber við sær, at tað er púra javnt í FM stríðnum millum Fípuna Føgru og Kjósina úr Kollafirði, sum vann á sundalagsstevnu og á jóansøku, meðan Fípan var á norðoyastevnu og aftur í dag.
Fípan Fagra og Kjósin vóru eina løtu í kapping um fremsta plássið, men seinna partin av róðrinum vístu tøkini hjá teimum úr Klaksvík seg at vera dyggari. Fípan svam støðugt frá Kjósini, og á málinum var munurin meiri enn ein bátslongd.
Leikalind var nummar trý – tað mesta av einari bátslongd aftanfyri Kjósina.
1 | Fípan Fagra (KRF) | 05:19.29 | +00.00 | 7 | ||
2 | Kjósin (KÍF) | 05:22.03 | +02.74 | 6 | ||
3 | Leikalind (TIND) | 05:23.45 | +04.16 | 5 | ||
4 | Tjaldrið (NSÍ) | 05:27.23 | +07.94 | 4 | ||
5 | Erla Kongsdóttir (ÍF) | 05:28.36 | +09.07 | 3 | ||
6 | Blikur (AR) | 05:30.41 | +11.12 | 2 | ||
7 | Svanur (Skála) | 05:34.39 | +15.10 | 1 | ||
8 | Havfrúgvin (VÍF) | 05:41.48 | +22.19 | 0 | ||
9 | Spógvin (NSÍ) | 06:01.40 | +42.11 |
0
|
1 | Kjósin (KÍF) | 4 | 26 | ||
2 | Fípan Fagra (KRF) | 4 | 26 | ||
3 | Leikalind (TIND) | 4 | 18 | ||
4 | Tjaldrið (NSÍ) | 4 | 16 | ||
5 | Erla Kongsdóttir (ÍF) | 4 | 14 | ||
6 | Blikur (AR) | 4 | 7 | ||
7 | Svanur (Skála) | 4 | 5 | ||
8 | Havfrúgvin (VÍF) | 3 | 0 | ||
9 | Spógvin (NSÍ) | 3 | 0 |