Ein setti koyrikortið upp á spæl í nátt

Ein fekk klipp í koyrikortið, og ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um, at tvær motorsúkklur, sum koyrdu eftir Giljavegnum í Sandavági, sum er landsvegurin, koyrdu í so óforsvarliga, onnur enn tá bara á einum hjóli.

Løgreglan fór á staðið fyri at tosa fornuft við førararnar, men har var eingin, tá løgreglan kom á staðið. Men á vegnum tók løgreglan ein bilførara fyri at tosa í telefon, meðan hann koyrdi, og tað fekk hann eitt klipp í koyrikortið fyri.

Tá løgreglan í Suðuroy í gjár gjørdi málrættað átak ímóti ferð, varð ein bilførari tikin, sum koyrdi 118 km um tíman. Tað kostar eina treytaða frádøming av koyrikortinum.

Í Havn var løgreglan um nátturðatíð í gjár boðsend eftir einum 'berúsara', sum løgreglan málber seg, sum lá avdottin í býnum. Hann varð tikin upp og koyrdu á eitt stað, har tey kunnu taka sær av honum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.