H71 hevur heili 19 lið frá U10 til U16 hjá bæði gentum og dreingjum við til Partille Cup í Göteborg.
Líkt er til, at eisini har ger føroyski hondbólturin av álvara vart við seg. Tað er jú heldur eingin loyna, at H71 er fremsti klekingardepilin í føroyskum hondbólti.
Ikki færri enn trý av liðunum hjá hoyvíkingum hava vunnið seg í A-finalurnar, sum eru í morgin, og sum verða spældar á høvuðsøkinum Heden.
Dreingir 10 spæla klokkan 9.15 finalu ímóti svenska IK Sävehof, gentur 11 spæla klokkan 10 finalu á Heden ímóti danska TIK Håndbold og dreingir 11 spæla klokkan 10.15 finalu ímóti danska Herning FH. Klokkutíðirnar eru føroysk tíð.