Aftur eitt neyðarkall frá grønlendskari jollu

Tað er stutt siðan, at seinasta jolluvanlukkan í Grønlandi kravdi mannalív, og aftur í gjár sendu tvey fólk í einari jollu út neyðarkall

Seinnapartin mánadagin var eitt bjargingarátak í Grønlandi, har ein jolla hevði siglt á ein flúr nærindis grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.

 

Grønlands Politi fekk eitt neyðarkall klokkan 13.03 í gjár, og boðini vóru, at ein jolla á 20 føtur við tveimum fólkum umborð hevði siglt á ein flúr.

 

Løgreglubáturin Kimik, sum hesa løtu var ávegis til Nuuk úr Aasiaat, tá neyðarkallið kom, varð sendur á leiðina, haðani neyðarkallið kom.

 

Jollan, sum hevði siglt á flúrin, hevði alla neyðuga útgerð til bjarging umborð, eitt nú bjargingarvestar og bjargingarbát. 

 

Men, Grønlands Politi valdi at binda um heilan fingur og setti bjargingarátak í verk.

 

- Ein bátur hjá Arktisk Kommando varð eisini sendur úr Nuuk at hjálpa til við bjargingararbeiðnum, sigur vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Jeppe Andsager.

 

Sambært Sermitsiaq, sum skrivar um hendingina í gjár, skilst, at alt gekk væl og tey bæði fólkini, sum vóru í jolluni, hava tað gott.

 

At síggja til fekk jollan ongan skaða.

 

Jeppe Andsager sigur, at tey bæði fólkini, sum vóru í jolluni, hava tað gott, og tey skulu nú sjálvi syrgja fyri, at fáa bátin til lands aftur.