Ranheim hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur keypt Áka Debes Samuelsen frá HB. Partarnir hava gjørt ein trý ára sáttmála. In.fo skilir, at prísurin fyri 20 ára gamla havnarmannin er um eina hálva millión krónur.
- Eg vóni at eg kann koma við uppleggum og málum, og eg vóni eisini at vinna fleiri dystir og flyta upp í Elituseriuna, sigur Áki Samuelsen við heimasíðuna hjá Ranheim.
Áki Samuelsen er uppruna HB’ari og hevur spælt 70 dystir fyri besta liðið. Tað bleiv 16 mál og nøkur steyp, nú leiðin gongur til næstbestu deildina í Norra. Ranheim bleiv nummar 10. Talan er um felag, sum heldur til stutt uttanfyri Tróndheim.
- Tað verður gott í Norra. Hetta líkist meira Føroyum enn Danmark ger, men tað eitt sindur kaldari uum veturin. Tað skal nokk fara at ganga væl og óansæð hvat, so fari eg helst at trívast, sigur Áki Samuelsen.
Sum skilst, so er lagið ikki so gott í HB-húsinum í løtuni. Adolfo Sormani, venjari, kom til landið í gjár og hevur havt sína fyrstu venjing, men enn manglar at fáa nakar brikkar upp á pláss.
Hvør skal avloysa seldu spælararnar, Áka Samuelsen og Samuel J. Chkuwudi, og eydnast tað HB at leingja við Sammy Skytte? Tað ljóðar, at HB ynskir at fáa onkrar Meinhardi E. Olsen, Stefani Radosavljevic, Sammy Skytte og Heina Sørensen at spæla við komandi kappingarár.
##med2##