Amerikonsk partabrøv aftur í minus í dag

Eftir ein dag, har Trump hevur gjørt álvara av tollhóttanum móti Kina, lækka amerikansku partabrævakursirnir aftur.

Virðis brævamarknaður í New York Mynd: Timothy A. Clary/AFP/Ritzau Scanpix

Amerikanski partabrævamarknaðurin stongdi týsdagin aftur í minus, hóast hann fyrr á degnum lat upp við tryggum vinningi.

Hesum boðar MarketWire frá.

S&P 500 vísitalið, sum fevnir um størstu amerikansku partabrøvini, stongdi einum falli upp á umleið 1,6 prosent. Fyrr á degnum var tað eitt skifti uppá + 4,1 prosent.

Mánadagin stongdi sama vísitalið við eini lítlari afturgongd uppá umleið 0,28 prosent.

Afturgongdin kemur eftir ein dag, tá amerikanski forsetin, Donald Trump, gjørdi álvara av hóttanum sínum um hægri toll móti Kina og boðaði frá einum tolli upp á 104 prosent.

Hækkaði tollprosentið kemur í gildi frá í morgin 9. apríl at rokna, upplýsa Hvítu Húsini.

 

/Ritzau/

 

 

Virðis brævamarknaður í New York Mynd: Timothy A. Clary/AFP/Ritzau Scanpix