Kelda: Amerikanskt friðaruppskot viðurkennir Krim sum part av Russlandi

USA viðurkennir Krim-hálvoynna sum russiska í einum enn ikki lidnum friðaruppskoti, siga ónevndar keldur við CNN og Bloomberg.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio (høgrumegin), var í gjár í París, har hann hitti fleiri evropeiskar politikarar. Her sæst hann saman við uttanríkisráðharrunum í Fraklandi og Bretlandi, Jean-Noel Barrot (vinstrumegin) og David Lammy (miðskeiðis). - Mynd: Julien De Rosa/Ritzau Scanpix

Amerikanska stjórnin er sinnað at viðurkenna Krim sum part av Russlandi í eini møguligari friðaravtalu millum Ukraina og Russland.

Tað sigur ein ónevnd kelda við vitan um eitt amerikanskt friðaruppskot við sjónvarpsstøðina CNN.

Somu frágreiðing fekk miðilin Bloomberg frá ónevndari keldu.

Ongar nærri upplýsingar eru um kelduna ella keldurnar.

Uppskotið, sum enn er í gerð, varð mikudagin deilt við leiðandi umboð úr Evropa og Ukraina á einum fundi í franska høvuðsstaðnum, París, upplýsir keldan hjá CNN.

Sambært ónevndari keldu hjá CNN hevur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, eisini kunnað russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, um enn ólidna uppskotið.

Amerikanska stjórnin ætlar at halda fram við at arbeiða við ólidnu friðarætlanini við sendinevndum úr Evropa og Ukraina í bretska høvuðsstaðnum, London, í næstu viku, sigur keldan.

Parallelt við fundirnar í London ætlar USA at senda diplomatiska sendiharran Steve Witkoff til Miðeystur at hitta eina sendinevnd úr Russlandi, sigur keldan við CNN.

Fríggjakvøldið søgdu bæði amerikanski forsetin, Donald Trump, og uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, at tey skulu síggja tekin um skjóta framgongd, um USA skal halda fram at luttaka í friðarsamráðingunum.

- Vit mugu finna útav um nakrar dagar, um hetta er gjørligt uppá stutt sikt, tí um tað ikki er, so haldi eg, at vit mugu bara fara víðari, sigur Rubio sambært Reuters.

Í Washington D.C. vóru boðini frá Donald Trump vóru nøkulunda tey somu.

- Um ein av teimum báðum pørtunum av onkrari orsøk ger tað sera trupult, so mugu vit bara siga: "Tit eru ør, tit eru býttlingar, tit eru ræðulig fólk, og vit mugu koma yvir tað." Men vónandi verður tað ikki neyðugt, segði Trump.

Innrásin hjá Russlandi í Ukraina hevur verið í tveimum stigum. Aftur í 2014 hertók Russland Krim-hálvoynna. Í februar 2022 hertók Russland enn fleiri øki í eystara parti av Ukraina.

 

/Ritzau/

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio (høgrumegin), var í gjár í París, har hann hitti fleiri evropeiskar politikarar. Her sæst hann saman við uttanríkisráðharrunum í Fraklandi og Bretlandi, Jean-Noel Barrot (vinstrumegin) og David Lammy (miðskeiðis). - Mynd: Julien De Rosa/Ritzau Scanpix