Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, stendur á odda fyri amerikansku sendinevndini, og á odda fyri iransku sendinevndini er iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi

USA og Iran samráðast um kjarnorkuavtalu

Báðir partar siga, at fundirnir hava verið konstruktivir

Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, stendur á odda fyri amerikansku sendinevndini, og á odda fyri iransku sendinevndini er iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi

Í dag hittast USA og Iran í Róm at viðgera kjarnorkuætlanina hjá Iran, og iranskt ríkissjónvarp veit at siga, at samrøðurnar millum partarnar eru í gongd.

 

Fundurin í dag er framhald av einum fyrireikandi fundi í høvuðsstaðnum í Oman, Muskat, síðsta leygardag.

 

Báðir partar siga, at fundirnir hava verið konstruktivir.

 

Tað er serligi miðeysturssendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, sum stendur á odda fyri amerikansku sendinevndini.

 

Á odda fyri iransku sendinevndini er iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi. Báðir hava teir nýliga verið í Russlandi og vitjað Vladimir Putin, forseta.

 

Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, stendur á odda fyri amerikansku sendinevndini, og á odda fyri iransku sendinevndini er iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi