Yvirkærunevndin ger einki við kæruna

Nú er tað staðfest, at KÍ 2. páskadag fer at spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini ímóti B36

Skráin sigur, at B36 2. páskadag fer til Klaksvíkar at spæla fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið, og nú er tað greitt, at tað verður soleiðis.

 

HB legði annars avgerðina hjá aga- og etiskunevndini hjá FSF inn fyri yvirkærunevndina, eftir at kærunevndini hevði gjørt av, at besta KÍ liðið skuldi ikki sektast fyri, at Ahmed Latif hevði verið við í tveimum dystum frá byrjan á sama leikdegi – í 1. deild ímóti Víkingi og í steypadysti ímóti HB.

 

 Nú er niðurstøðan komin frá yvirkærunevdnini, sum staðfestir, at Yvirkærunevndin ikki hevur málsræðið, og tískil heldur ikki málsføri ella heimildargrundarlag at viðgera hesa kæru, vísandi til grein 10 í Aga- og etiskureglugerðini.

 

Hetta merkir sostatt, at staðfest er, at KÍ vann dystin móti HB í Gundadali, og er víðari í steypakappingini. Næsti dystur í steypakappingini er móti B36.

 


Yvirkærunevndin sigur soleiðis:

 

Aga- og etiskanevndin avgerð, at KÍ brúkti ikki ólógligan leikara í dystinum 7. apríl móti HB. Avleiðingin av tí er, at Aga- og etiskanevndin avgerð, at KÍ brúkti ólógligan leikara 5. apríl móti Víkingi, og sektar tað við, at KÍ skal tapa dystin, ið annars endaði 3- 1 til Víking, 3 - 0.  Avgerðin hjá Aga- og etiskunevndini hevur ikki við sær, at HB verður rakt av nøkrum av sektunum í § 10 í Aga- og etiskureglugerðini, ið kunnu kærast til Yvirkærunevndina.

 

Niðurstøðan er tí greið, at Yvirkærunevndin ikki hevur málsræðið, at viðgera hesa kæru. Víst verður til grein 10 í Aga- og etiskureglugerðini niðanfyri:

 

Grein 10

 

Hesar avgerðir hjá Aga- og etiskunevndini kunnu kærast til Yvirkærunevndina innan 5 dagar aftaná móttøku av úrskurðinum:

 

Fyri feløg:

 

a) bót størri enn kr. 10.000;

 

b) at missa heimavøll i meira enn 1 dyst;

 

c) bann fyri at flyta leikarar;

 

d) at dystir skulu leikast uttan áskoðarar;

 

e) at dystir skulu leikast á uttanveltaðum vølli;

 

f) um felag verður dømt at tapa dyst;

 

g) frátøka ella tillutan av stigum og málum;

 

h) at felag verður frátikið heiðursmerki;

 

i) at felag missur meistaraheiti;

 

j) um lið verður dømt at flyta í lægri deild; og

 

k) um felag verður koyrt úr kapping.

 

Yvirkærunevndin hjá Fótbóltssamband Føroya, hin 18. apríl 2025