Í hesum tíðum er tað rættiliga gleðiligt at frætta tíðindi úr føroyska blaðheiminum, um rundar føðingardagar, og ikki at tala um 110 ára føðingardagar – og haraftrat hjá einum blaði, hvørs prentaða útgáva ikki hevur verið at sæð í mong ár.
Kringvarpið bar hesi stórtíðindini. Hvussu tey høvdu frætt hetta, kunnu vit bara gita okkum til. Stubbin endaði, ið hvussu er ikki við, at tey søgdu kenda setningin: hetta skrivar Reuters, ella: hetta sigur Danmarks radio. Í mikrofonini hoyrdust fyrst tvær samrøður fyrst við núverandi blaðstjóra og seinni við ein fyrrverandi blaðstjóra, og eisini vórðu gjørdar aðrar samrøður í hesum sambandi. Tosað varð aftur og fram um gamlar dagar og nýggjar, og tað, sum spurdist burturúr hesum samrøðum var eitt slag av minningarorðum um dulnevndu lesarabrøvini á sinni.
Øll miðlaáhugað fegnast, og sjálvandi hava øll eisini sínar meiningar um alt hetta. Eisini eg, og tí skrivi eg hetta og seti fult navn undir.
Kringvarpið eigur henda tíðindastubban, og her vantar fullkomiliga eftirkanning.
Tí, tað sum eg haldi alvorliga vantaði í í tíðindunum um ‘110 ára føðingardagin’ hjá Norðlýsinum hesar dagarnar var upplýsingin um, at í nógv Harrans ár í seinastu øld kom einki blað út, sum æt Norðlýsi(ð), hvørki prentað ella talgilt, hvørki við ð í endanum ella uttan ð í endanum.
Hetta áttu bæði Kringvarpið og blaðstjórin sjálvur at vita, og vóru tey eitt sindur at sær komin, kannaðu tey málið eitt lítið sindur, áðrenn alt varð sent út í luftina.
Nú ætli eg mær ikki at taka gleðina frá nøkrum, tí sjálvandi er tað vert at steðga á og fegnast, sama um blaðið verður 91 ár ella 110 ár, og serliga í hesum døgum, nú føroysk, prentað blaðútgávu er sum lundi á jólanátt, men lat tað vera rætt – ella nøkulunda rætt.
##med2##
Í eini frálíkari grein um føroysk bløð skrivar Janus Øssursson (í 1958) m.a.:
“Frá 9. juli 1915 annanhvønn fríggjadag kom Norðlýsi út í Klaksvík, prentað í Nordlysets Trykkeri Blaðið stóð sjálvstýrisflokkinum nær og blaðstjóri var so leingi tað kom út Símun P. Zachariassen; síðsta nr. kom 25. juni 1920. – Eitt eintak kom út 23. februar 1935, (nr. 1 árg. 1), bert tað eina, men um áramótið 1940 kyknaði tað aftur í aftur undir navninum Norðlýsið. Hákun Djurhuus var nú blaðstjóri, men longu 15. juli 1944 sloknaði tað. Frá 17. mars 1945 kom blaðið aftur við 13 nr. til 3. november 1945 (blaðstj.: Hákun Djurhuus) fyri aftur at blaktra á himmalinum í 1951, givið út av Blaðfelagnum.Blaðstjórin er nú J. S. Hansen.”
[Greinin stendur í verkinum Føroyar, bd. 2 frá 1958.]
Tey, sum faddrar eru at hesum útvarpstíðindum, kundu eisini spurt seg fyri á einum almennum stovni, sum eitur Landsbókasavnið, og hvørs uppgáva í skjótt 200 ár hevur verið – at savnað alt, ið prentað hevur verið á føroyskum – eisini prentaðu útgávurnar av Norðlýsinum.
Sambært greinini hjá Janusi Øssurssyni omanfyri, sambært bókini hjá Arnbirni Ó. Dalsgarð: Føroysk blaðsøga 1852-2002, 2002, og sambært ársfrágreiðing frá Landsbókasavninum, eitt nú fyri árið 1990, er Norðlýsi(ð) ikki útkomið í umleið 29 av hesum 110 árunum.
So kann mann sjálvandi spyrja seg sjálvan: hvussu gamalt er Norðlýsi(ð) í veruleikanum?
Hóskandi hevði verið at sagt:
Í ár eru liðin 110 ár, síðan Norðlýsið kom út á fyrsta sinni.
So hoyrdi lurtarin beinanvegin, sum tikið verður til á fakmáli, at hol eru í útgávuni, og tað er hvørki skammiligt ella óvanligt.
Alt annað er, tað, sum vit nú á døgum kalla: fake news ella falstíðindi.
Martin Næs