Amnesty International skjalprógvaði 1518 avrættingar kring heimin í 2024.
Hetta er ein vøkstur á 32 prosent samanborið við 2023. Tølini hava ikki verið hægri síðan 2015.
Tað eru Iran og Saudi Arabia, sum avrætta flestu fólk sambært hagtølunum hjá Amnesty.
Í Iran vórðu í minsta lagi 972 fólk avrættað í 2024, og í Saudi Arania var talið í minsta lagi 345.
Hetta verður sagt í frágreiðing hjá Amnesty fyri 2024.
Sagt verður við tølini fevna ikki um avrættingar í Kina, Norðurkorea og Vietnam.
Amnesty metir, at fleiri túsund fólk verða avrættað í hesum londum um árið.