Liðið hjá Andrass Johansen, oddaliðið, Fremad Amager spældi í kvøld dyst á heimavølli í triðbestu donsku fótbóltsdeildini móti HIK.
Andrass kom á vøllin í fjórða minutti fyri Søren Reese, ið bleiv skaddur, og hann skoraði fyrra málið hjá heimaliðnum, ið tapti 2-3 fyri HIK í Sundby.
HIK hevði júst økt til 2-0, tá Andrass minuttin aftaná minkaði um munin til 1-2. Hetta var í 54. minutti. Í 67. minutti javnaði Christoffer Boateng til 2-2, men átta minuttir seinni fekk Fremad aftur eitt mál ímóti sær, og tí liggur einki stig eftir í Sundby í kvøld.
Fremad Amager er fremst í deildini við 39 stigum fyri 20 dystir. Liðið hjá Martini Agnarssyni, Aarhus Fremad kann koma upp á 38 stig í morgin. Tað gera teir um teir á heimavølli vinna á Skive.