Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj heilsar svenska verjumálaráðharranum, Pål Jonson

Svøríki letur Ukraina 11 milliardir í vápnastuðli

Hetta er størsti hjálparpakki, sum Svøríki fer at lata Ukraina, síðan Russland gjørdi innrás í landið fyri stívliga trimum árum síðan

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj heilsar svenska verjumálaráðharranum, Pål Jonson

Í dag veit svenska ríkissjónvarpið - SVT - at siga, at Svøríki fer at lata Ukraina 16 svenskar milliardir í vápnahjálp.

 

Svenska krónan er í dag 68,90, og tískil svara 16 svenskar milliardir til stívliga 11 milliardir krónur í okkara peningi.

 

Hetta er størsti hjálparpakkin, sum Svøríki fer at lata Ukraina, síðan Russland gjørdi innrás í landið fyri stívliga trimum árum síðan.

 

Tað veit svenska ríkissjónvarpið at siga í dag.

 

Svenski verjumálaráðharrin, Pål Jonson, sigur, at Russland ger framtøk í krígnum.

 

- Vit mugu stuðla Ukraina til at broyta hesa gongd, leggur verjumálaráðharrin aftrat í samrøðu við SVT.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj heilsar svenska verjumálaráðharranum, Pål Jonson