Okkurt bendir á, at nýggjur spælari hjá HB ikki kann taka í hondina á eini kvinnu. Dimmalætting skrivar í kvøld, at nýggi spælarin hjá HB, hollendski Lassana Faye, noktaði at taka í hondina á Onnu Falkenberg, fólkatingskvinnu, sum eisini er skrivari í nevndini hjá HB.
Hann spældi sín fyrsta dyst fyri HB sunnudagin, tá hann kom á vøllin fyri Ára Mohr Jónsson í 29. minutti.
Dimmalætting hevur spurt Onnu Falkenberg, hvat hon heldur um tað, og um góðtekur tað, at ein spælari hjá HB ikki kann taka í hondina á henni, tí hon er kvinna.
Men Anna Falkenberg hevur enn ikki svarað Dimmalætting.