Andrias hevur spælt fyrsta dystin fyri Wisla Plock

Andrias Edmundsson spældi fyrra hálvleik í venjingardysti hjá Wisla Plock

 

Føroyski landsliðsleikarin, Andrias Edmundsson hevur í dag spælt fyrsta dystin fyri Wisla Plock, ið spælir í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Andrias spældi fyrra hálvleik í venjingardystinum Wisla Plock spældi móti Polonia.

 

Tað gekk væl í fyrra hálvleiki hjá Andriasi og liðfeløgunum. Teir vóru á odda 1-0 í steðginum við máli, ið Mateusz Lewandowski skoraði.

 

Tað gekk verri hjá manningini hjá Wisla í seinna hálvleiki, tí endin var, at Polonia vann dystin 3-1.

 

Komandi hósdag klokkan 13 spælir Wisla Plock venjingardyst móti Pruszkow, ið eisini spælir í næstbestu pólsku deildini.