U17-kvinnurnar taptu stórt fyri Lettlandi

Føroyska U17 kvinnulandsliðið mátti leggja rygg til stórtap

Mynd: FSF

Ígjár spældi føroyska U17 kvinnulandsliðið annan av trimum venjingardystum móti baltalondum.

 

Aftaná javnleik 2-2 í tí fyrsta dystinum máttu føroysku U17-kvinnurnar leggja rygg til eitt 0-5 stórtap í øðrum dystinum, ið var móti Lettlandi.

 

Longu tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin var Lettland á odda 2-0. Lettisku kvinnurnar økti í 80. minutti, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat øktu tær til 4-0 og 5-0.

 

Í morgin klokkan átta føroyska tíð spæla føroyska kvinnurnar móti Litava. 

 

Litava tapti ígjár 0-2 fyri Estlandi, men megnaði javnleik 2-2 móti Lettlandi. 

 

 

 

Mynd: FSF