Anne prinsessa setir oyggjaleikirnar í Orknoyggjum

Oddvør Alberta Kimsdóttir verður vatnberi, og Róland Toftum verður flaggberi hjá Føroyum

Tað verður ikki frú hvør sum helst, ið fer at seta tjúgundu oyggjaleikirnar á Bignold Park í Kirkwall klokkan 17 í dag.

 

Tað verður systur Charles kong, Anne prinsessa sum fer at seta leikirnar. Og tað eru tey í Orknoyggjum sera fegin um. At kongaligt ljós verður kastað er ikki at forsmáa hjá einum fjarskotnum bretskum oyggjasamfelagi. 

 

Anne prinsessa er 74 ára gomul. Hon er tvey ár yngri enn Charles kongur. 

 

Um føroyska vatnberan og føroyska flaggberan til setanina skrivar ÍSF:

 

- Tá Oyggjaleikirnir verða settir, er siðvenja at hvør oyggj hevur sítt egna vatn við heimanífrá.

 

Vatnhátíðarhaldið er fastur partur av skránni, og tá fer ein íðkari frá hvørjari limaoyggj at koyra vatn í eitt felags kar.

 

Í Føroyum er siðvenja, at yngsta ítróttarfólkið ber vatnið.

 

Til hesar leikirnar er 13 ára gamli fimleikarin Oddvør Alberta Kimsdóttir yngsta ítróttarfólkið umboðandi Føroyar, og tí fær hon heiðurin at bera vatnið til Oyggjaleikasetanina.

 

Oyggjaleikasetanin er ein serstøk hátíðarløta á øllum oyggjaleikum, og fleiri fastir siðir er knýttir at setanini. Ein teirra er løtan, tá ið øll ítróttafólkini ganga skrúðgongu inn til setanina við hvør sínum flaggbera á odda. 

 

Føroyski flaggberin er Róland Toftum. Róland Toftum er 27 ára gamal og hevur svomið, síðani hann var barn. Hann hevur kappast á fleiri oyggjaleikum og øðrum altjóða kappingum umboðandi Føroyar. Róland vann gull á bæði 100 og 50 metrum bringu í Gibraltar í 2019 og eigur umframt hesi fleiri onnur heiðursmerki í bæði einstaklinga og liðsvimjing.

 

Róland hevur treiskast og svomið í mótvindi øll árini, tí samstundis sum hann hevur verið ein av okkara fremstu svimjarum, hevur hann stríðst við astmu og herviliga giktsjúku. Seinastu tvey árini hevur Róland Toftum verið venjari í barndómsfelagi sínum Susvim.

 

– Tað er ein øgiliga stórur heiður at fáa hetta álitið. Og eg eri sera spentur til bæði setanina og leikirnar, sigur føroyski svimjarin, venjarin og flaggberin Róland Toftum. Skrivar ÍSF. 

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Mynd: ÍSF

Mynd: ÍSF